Àheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag
LAT OKKUM FAKFELØG STANDA SAMAN UM AT STEGÐA ARBEIÐSGEVARUNUM Í AT BRÚKA ÚTLENDSKU ARBEIÐSMEGINA SUM VERFALLSBRÓTARAR.
(Mynd 📸 fsn.fo)
Nú frættu vit í fjølmiðlunum tað sum vit frammanundan hava havt varhugan av, nevniliga at greiðar ábendingar eru um, at arbeiðsgevarar miðvíst royna at brúka fremmanda arbeiðsmegi í einari ódámligari roynd at máa grundarlagið undan lógliga verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum.
Talan er í flestu førum um útlendingar, sum ikki hava kunnleika til føroyska arbeiðsmarknaðin, og sum tí eru løtt offur at brúka í herðferðini hjá arbeiðsgevarunum móti føroysku fakfeløgum
Eg vil staðiliga heita á øll fakfeløg, løntakarar og politikarar, sum virða verkfalssrættin, at standa saman í stríðnum móti hesari framferð, har óvitandi fremmandafólk kyniskt verða brúkt í stríðnum móti føroysku fakfelagsrørsluni og teimum rættindum, sum vit hava stríðst fyri nú í meira enn eina øld.
NÆR VERÐUR TAÐ OKKARA FELAG, SUM VERÐUR RAKT AV SAMA UNDIRGRAVANDI VIRKSEMI
Eingin ivi er um, at nú arbeiðsgevarar hava sæð, at tilber at brúka útlendsku arbeiðsmegina í royndini at knúsa føroysku fakfeløgini, so gongur ikki long tíð fyrr enn okkara felag ella eitt annað av føroysku fakfeløgunum fer at kenna avleiðingarnar av hesum ódámligu framferð hjá pørtum av okkara arbeiðsgevarum.
Tí er alneyðugt at vit skjótast tilber taka stig til at steðga hesum ágangi, og m.a. er neyðugt at okkara politikarar framyvir trygga, at arbeiðsgevarar ikki kunnu tvinga ella ávirka útlendingar til ikki at gerast limir í føroyskum fakfelag.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: fsn.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments