#WorldMaritimeDay | Alheims Maritimur Dagur 🌍🚢📸
Í dag er Alheims Maritimur Dagur
IMO - altjóða sjófartsfelagskapurin - hevur sett í verk eitt nýtt átak - Alheims Maritimur Dagur - og heitir tí í hesum sambandi á limalond um at luttaka við at lýsa upp í søguligar almennar bygningar, hús, brýr, skip, søvn, søgulig støð og onnur pláss og støð í bláum liti.
(Mynd 📸 Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Michael, fyri FSN og BFI)
Hetta er fyrstu ferð, at Alheims Maritimur Dagur verður skipaður sum eitt felags altjóða átak.
Dagar, ið seta ávís mál á dagskránna, er als ikki nakað nýtt fyribrygdi. Vit hava Earth Hour, sum var 27 mars í ár. Vit hava 8. juni, sum ST hevur tikið stig til. Í gjár var Altjóða Dagur ímóti matvøru svinn- og oysli, eitt ST átak.
Kate Sanderson, sendikvinna í London, kunnaði longu í juli á Blue Faroe Islands um Alheims Maritima Dagin, og vit fegnast um at Føroyar eisini hevur tikið stig til at luttaka í átakinum.
Sjóvinnustýrið, Navigare og Føroya Skipara- & Navigatørfelag hava boða frá at hesi luttaka í átakinum.
Evnið í ár er: Sjófólk: í kjarnuni í framtíðar shipping.
Tey, ið luttaka á degnum, mugu endiliga minnast til at deila myndir av átakinum og at nýta hashtaggið #WorldMaritimeDay
Blue Faroe Islands fylgir átakinum, og fer at leggja ein samandrátt við myndum og øðrum tilfari í komandi døgum.
Mynd 📸 Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Michael, fyri FSN og BFI)
Mynd 📸 Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Michael, fyri FSN og BFI)
Mynd 📸 Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Michael, fyri FSN og BFI)
Myndarøð:
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #WorldMaritimeDay #Sjóvinnustýrið #FSN #WorldMaritimeDay #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #MaritimeFaroeIslands #Vinnuháskúlin #Sjónám #MF #Maskinmeistarafelagið #IMOHQ #IMO
Fylg LinkedIn #'s:
Comments