top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

VÓNIN | Goymsluleiðari til Vónina í Fuglafirði

Uppgávan inniber m.a. at optimera goymsluna fyri at tryggja, at arbeiðsgongdirnar eru so effektivar sum gjørligt.

.(Myndir: Vónin)


 Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í eini altjóða fyritøku, sum er ein av fremstu innan sítt økið. Arbeiðsstaðurin er á deild okkara í Fuglafirði, sum í høvuðsheitum vendir sær til uppisjóvarskipini.


Starvið:

Sum goymsluleiðari verður tín uppgáva at leiða og skipa goymsluna og syrgja fyri, at røttu vørurnar eru á goymslu í samstarvi við sølu-, framleiðslu- og innkeypsdeildina. Tín uppgáva verður eisini áhaldandi at optimera goymsluna fyri at tryggja, at arbeiðsgongdirnar eru so effektivar sum gjørligt.


Høvuðsuppgávur:


  • Leiða og skipa dagliga virksemið í goymsluni.

  • Tryggja, at røttu vørurnar eru til taks í rættari mongd.

  • Samskifta við kundar og gera tilboð í samstarvi við søludeildina.

  • Tryggja skrásetingar og handfaring av vørum.

  • Áhaldandi optimera arbeiðsgongdir og goymsluskipanir.

  • Leiða og motivera starvsfólkini í goymsluni.


Førleikar:

Vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin ella hevur royndir sum goymslufólk. Vit vænta, at tú ert:


  • Skipaður, ágrýtin og álítandi.

  • Dugir at arbeiða við teldu, og er tað ein fyrimunur um tú hevur royndir við Dynamics NAV skipanini.

  • Leiðsluevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.

  • Góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga, á føroyskum, norðurlendskum og enskum.


Starvstreytir:

Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.


Umsókn:

Vil tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Hjalmar Petersen á telefon 214392. Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juli og skulu sendast til hjalmar@vonin.com við evninum “goymsluleiðari”.


Um okkum:

Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við deildum í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Noregi, Litava, Danmark og Scotlandi. Í samtakinum starvast umleið 450 fólk.


Deild okkara í Fuglafirði er høvuðssætið í samtakinum og stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av fiskireiðskapi til uppisjóvarvinnuna og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Á deildini í Fuglafirði starvast áleið 30 fólk.


Vit gleða okkum til at fáa tína umsókn!



Myndir: Vónin)


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Vónin

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page