VÓNIN | Føroyameistarakapping í trolbøting 🥇
Updated: Aug 18, 2023
Nú árligi Sjómannadagurin í Klaksvík aftur er á skránni skal føroyameistari í trolbøting sjálvandi eisini finnast.
Kappingin verður hildin leygardagin 19. august kl 14:45. Tað er møguligt at tekna seg til kappingina á staðnum.
Vælkomin at tagga onkran, sum tú metur, ið burdi verið við í kappingini

(Mynd 📸 Facebook síðan hjá Vónin)
Um sjómannadagin 2023:
Kom og tak ímóti seglskipunum, fá tær ein góðan morgunmat, práta við vinir og kenningar, vitja umborð á ymsu skipunum, verð við í onkrari kapping, far ein túr við skjóttgangandi báti ella royn teg hangandi afturúr luftpútum á sjónum.
Gakk ikki svangur, men royn teir leskiligu munnbitarnar, ið fáast ymsastaðni á økinum.
Lat børnini stuttleika sær saman við sjórænarum á sjógvi og á landi, royna fiskidammin, hyggja at krabbum og øðrum áhugaverðum úr sjónum, sigla á flaka, fáa andlitsmáling, ís, sunkist og annað gott.
Síggjast á ársins Sjómannadegi 2023.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vónin
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Commentaires