top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

VISTI TÚ | Loðsskyldir í Føroyum

Undantøk er fyri hvørji skip hava loðsskyldu, men vitsti tú hvørji hesi undantøk eru?


Í sambandi við sigling inn í og út úr føroyskum havnum eru fleiri skipabólkar fevndir av loðsskyldu. Hetta merkir, at skipið einans kann sigla inn í ella út úr føroyskari havn við loðsi ella um vakthavandi brúgvayvirmaður hevur loðsfrítøkuskjal.

Hesi skip eru fevnd av loðsskyldu:


  • Skip 500 BT og størri,

  • olju-, gass- og kemikaliutangaskip, uttan mun til stødd,

  • skip, uttan mun til stødd, sum sigla við vandamiklum farmi sambært IMDG-koduni,

  • skip, sum sigla við:

  • óreinsaðum lasttangum, sum ikki eru tryggjaðir við inaktivari luft,

  • meira enn 1.000 tons av bunkersolju umborð, ella

  • háradioaktivum evnum.


Hesi skip eru undantikin loðsskylduni:


  • Føroysk fiskiskip,

  • Føroysk handilsskip undir 100 metrar[1]

  • skip, sum verða nýtt til fiskiveiðueftirlit í føroyskum sjóøki,

  • hernaðarskip,

  • statsskip

  • skip hjá Strandfaraskipum Landsins, og

  • skip, har vakthavandi brúgvayvirmaður hevur fingið loðsfrítøku.


Brúgvayvirmenn, sum hava siglt í ávísu havnina tríggjar ferðir síðsta árið ella hava drúgvar royndir, kunnu søkja um loðsfrítøkuskjal frá Sjóvinnustýrinum. Les meira um krøvini at fáa loðsfrítøkuskjal her.


Tað er álagt kommununum at tryggja, at loðsskyldug skip og skip, ið ynskja loðs, verða loðsað í føroysku havnirnar, herundir at tað eru persónar við loðsprógvi til viðkomandi havnina. Les meira um krøvini til at fáa loðsprógv her.

 

[1] Handilsskip á listanum niðriundir eru fevnd av loðsskylduni, hóast skipið er føroyskt undir 100 m.:

  1. olju-, gass- og kemikaliutangaskip, uttan mun til stødd,

  2. skip, uttan mun til stødd, sum sigla við vandamiklum farmi sambært IMDG-koduni,

  3. skip, sum sigla við:

  4. a)    óreinsaðum lasttangum, sum ikki eru tryggjaðir við inaktivari luft,

  5. b)   meira enn 1.000 tons av bunkersolju umborð, ella

  6. c)    háradioaktivum evnum.

 


Landsstýrismaðurin í Vinnumálum ásetur samsvarandi altjóða allýsingum nærri reglur um, hvat er at skilja sum olja, kemikaliu, gass, háradioaktiv evni og vandamikil farmur v.m.


Kommunurnar hava skyldu til at tryggja, at skip, ið eru loðsskyldug eftir hesi løgtingslóg, sum biðja um loðs, verða loðsað, tá ið tey skulu í ella úr einari havn í viðkomandi kommunu. Eindir sum átaka sær at samskipa loðsing í einum øki blíva nevndar “Loðsstøðir.”


Bert persónur, sum hevur gildugt loðsprógv eftir hesi løgtingslóg, hevur rætt til at loðsa og at nýta heitið loðsur. Loðsur kann bert loðsa í og úr havn, sum loðsprógvið fevnir um, og eftir avtalu við avvarðandi kommunu.


Vakthavandi navigatørur, sum hevur gjølligan kunnleika til loðsskyldugt øki, skip og skipaslag, kann søkja um at fáa eitt loðsfrítøkuskjal, ið gevur viðkomandi loyvi til at sigla uttan loðs, hóast loðsskylda er í økinum, og skipið er fevnt av loðsskyldu.


Loðsstøðir skulu tekna trygging, sum skal veita fulnað fyri ta ábyrgd, ið loðsur kann koma undir sambært § 233 í sjólógini. Loðsstøðir skulu tekna trygging, sum skal veita fulnað fyri ta ábyrgd, ið loðsur sum ráðgevi kann koma undir. Hesar tryggingar skulu hvør sær í minsta lagi veita fulnað fyri upp til 5 mió. kr. Ein loðsstøð hevur á hvørjum ári skyldu til at senda Sjóvinnustýrinum avrit av tryggingarskjølunum og viðkomandi treytum. Tað skal ganga fram av tryggingaravtaluni, at tryggingarfelagið í sambandi við broytingar í ella uppsøgn av tryggingaravtaluni skal boða Sjóvinnustýrinum frá hesum.


Loðsstøðir skulu hava innaneftirlit við hvílutíð, loðsprógvum, arbeiðsumhvørvi og royndum, og skal loðsstøðin, eftir áheitan frá Sjóvinnustýrinum, leggja fram allar skrásetingar í innaneftirlitinum. Sjóvinnustýrið kann krevja, at upplýsingar sambært hesi kunngerð verða sendar stovninum talgilt.



(Myndir 📸 Sjóvinnustýrið)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Sjóvinnustýrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page