top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

VISIT RÚNAVÍK | Laksatorgið 2022

Leygardagin er serstaka summartiltakið hjá Runavíkar Kommunu, Laksatorgið, aftur á skrá.

(Mynd 📸 Visit Runavík)

Komandi leygardag 23. juli er havnalagið niðri á Støð á Glyvrum karmur um stóra Laksatorgið. Umframt smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti og undirhald fevnir tiltakið eisini um sølutorg og Opið Hús á virkinum hjá Bakkafrosti.


Salmona og Gullaksa skipa barnaundirhaldið allan dagin, og har verða teknikappingar, andlitsmáling og sjóselfie. Á pallinum framføra m.o. Ævintýraferðin saman við SWAY.


Bátafelagið á Bakka hevur sett kør upp á havnalagnum, har tey hava savnað ymisk sjódjór.

Í stóra tjaldinum er sølutorg, har úrvalið er fjølbroytt, alt frá prýðislutum, hondbundnum vørum, gávulutum og leikum. Eisini endurnýtsla er millum mongu tilboðini.

Stór grill verður sett upp, og fleiri tjøld eru á økinum, har smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa.


Virkið hjá Bakkafrosti fer at hava opið hús og bjóða gestum inn at síggja virkið. Rundvísing verður á framleiðsluvirkinum, har Regin Jacobsen, forstjóri, og Símun P. Jacobsen, sølustjóri, hava framløgur. Rundvísingarnar eru millum klokkan 11 og 14.


Harumframt verða smakkiroyndir at fáa í kantinuni, og Magni Christiansen fer at syngja.


Sum nakað nýtt verða listaframsýning og framførsla í gamla íshúsinum og listabrunnurin er opin einum bátaneysti.


(Mynd 📸 Visit Runavík)


Laksatorgið verður leygardagin 23. juli frá kl. 10.00-16.00 Niðri á Støð á Glyvrum. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Skráin fyri dagin: 10:00 Økið letur upp 10:00 Framsýningin í Íshúsinum letur upp 10:30 Salmona og Gullaksa 11:00 Áron 11:00-14:00: Bakkafrost letur dyrnar upp 12:00 Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti 12:30 Terje B. Vestergaard / Íshúsið 13:00 Fríði Sigmundsson 14:00 Ævintýraferðin & SWAY 16:00 Laksatorgið og Sølutorgið lata aftur

(Mynd 📸 Visit Runavík)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: vp. fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page