top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

VINNUHÁSKÚLIN | Nýggjur leiðari á trygdardeplinum

Rói nýggjur leiðari á Trygdardeplinum við Áir


Rói Hentze Rasmussen er settur sum nýggjur deildarleiðari á Trygdardeplinum hjá Vinnuháskúlanum við Áir, og tekur Rói við starvinum 1. august. Rói er 46 ára gamal og er útbúgvin skipsførari og teldufrøðingur. Rói, ið hevur starvast sum lærari á Trygdardeplinum við Áir síðani 2018, tekur við eftir Signheðin Davidsen, ið hevur røkt starvið sum leiðari á Trydgdardeplinum síðani september 2001.


Signheðin byrjaði sum skeiðslærari í 1985, og hevur so at siga verið við frá byrjan, tá ið tánevndi Føroya Brandskúli varð stovnaður sum sjálvsognarstovnur í 1983, og til depilin gjørdist partur

Vinnuháskúlin takkar Signheðini fyri drúgva tænastu sum leiðari, og ynskir Róa blíðan byr í nýggja starvinum.


Trygdardepilin við Áir bjóðar ymisk skeið til einstaklingar og bólkar, eitt nú trygdarskeið og skeiði í eldsløkking fyri sjófólk, eldsløkking fyri virkir og eldsløkking fyri sløkkilið. Øll skeiðini lúka mynduleikakrøv og altjóða STCW-krøv.



Les meira um ymsu skeiðini á https://skeid.vh.fo/



Leinkjur:



 

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page