VINNUHÚSIÐ | Burðardygt Vinnulív: Útlátið minkað 17% seinasta árið
Updated: Sep 15, 2022
Fríggjadagin 9. september skipaði felagið Burðardygt Vinnulív fyri kunningarfundi á Hotel Føroyum. Átakið við 12 fyritøkum hevur seinasta árið arbeitt miðvíst við at raðfesta burðardygd, og á fundinum vórðu fyrstu úrslitini frá teirra trý ára ætlan løgd fram.
(Mynd 📸 VP.fo)
Poula Michelsen, nevndarforkvinna í Poul Michelsen Heilsølu, greiddi frá, at samlaða CO2 útlátið hjá fyritøkunum í Burðadygt vinnulív er lækkað við 17 prosentum fyrsta árið.
Feløgini í Burðadygt Vinnulív samstarva eisini um m.a. handfaring av burturkasti, og um at økja um áhugan fyri burðardyggum loysnum og innanhýsis førleikum í fyritøkunum.
ESG vegleiðing Fyritøkurnar hava saman gjørt eina ESG vegleiðing, og vegleiðingin varð løgd fram á fundinum. ESG stendur fyri environmental, social og corporate governance, og vegleiðingin hjálpir fyritøkum at gera ætlanir og mátingar av burðadyggu støðuni hjá fyritøkuni.
ESG-vegleiðingin hevur ávísar mátieindir, sum hóska til føroysku vinnuna, og vegleiðingin fevnir bæði um váðar og møguleikar. ESG vegleiðingin er almenn, og aðrar fyritøkur kunnu eisini nýta hesa. Enn er vegleiðingin á enskum, men skjótt verður hon eisini tøk á føroyskum. Sí ESG-vegleiðingina her.
Vinnuhúsið skipar fyri einum tiltaki hósdagin 6. oktober um tey týdningarmestu rákini innan burðardygd og ESG í fyritøkunum. Sí meira um tiltakið her.
Um Burðadygt Vinnulív Burðardygt Vinnulív er eitt átak, har 12 føroyskar fyritøkur arbeiða við fremja burðadyggar vinnuligar mannagongdir fyri at røkka betri málum. Endamálið við Burðadygt Vinnulív er at minka um CO2 útlátið og minka ávirkanina, sum virksemið annars hevur á biodiversitet.
Fyritøkurnar hava arbeitt við nógvum ymsum átøkum fyri at gerast meira burðadyggar. Listin niðanfyri lýsir dømi um ítøkilig átøk, sum fyritøkurnar hava framt seinasta árið.
Bakkafrost: Íløga í elriknan arbeiðsbát.
Betri Banki: Burðardygd partur av yvirskipaðari strategi.
MBM: Samstarv við alla virðisketuna um burðadygd.
PM: Íløga í umhvørvisgóðkend reingerðaramboð og -evni.
Føroya Tele: Minkað vav 1 útlát við 29%.
Gist & Vist: Sett høvuðskokk at arbeiða við burðadygd.
JT electric: Minkað vav 1 útlát við 28%.
KJ Hydraulik: Minkað um útlát í bæði vav 1 og 2.
Effo: Bygging av vindmyllulund við Gellingarklett.
Faroe Ship: Íløga í el-krana.
SMJ: Menning av burðardyggum loysnum saman við kundum.
Vónin: Samstarv við IRF um burturbeining av fiskireiðskapi.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: VP.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments