VINNUHÁSKÚLIN | Venjing umborð á Brimli
Mánadagin luttóku skiparalesandi á Vinnuháskúlanum í venjing umborð á Brimli saman við Marjuni Thomsen, ið er sjúkrarøktarfrøðingur og skeiðslærari í Heilsulæru á Vinnuháskúlanum.
Morgunin byrjaði við frálæru í sjúkraviðgerð umborð á skipi. Eisini tóku tey lesandi lut í venjing at neyðflyta skadd fólk og at flyta persónar av skipinum við tyrlu. Manningin umborð á Brimli stóð fyri praktisku venjingini í samstarvi við tyrlumanningina hjá Atlantic Airways.
Allir partar fingu nógv burturúr venjingini, og flokkurin og lærari teirra takka fyri høvið at fáa eina slíka læruríka uppliving.
(Myndir📸 Bjartur Tórhalsson / vorn.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuháskúlin
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Commentaires