VINNUHÁSKÚLIN | Smyril Line á vitjan
Fyri tíð síðani vitjaði Jóhan av Reyni, rakstrarstjóri hjá Smyril Line, Vinnuháskúlan. Millum annað greiddi hann frá, hvussu veðrið ávirkar siglingina hjá Smyril Line.
Hann vísti á, at veðrið ávirkar ikki bert tíðarætlanina hjá skipunum, men eisini oljunýtsluna. Tí má hædd takast fyri, hvussu ein leggur eina siglingarleið.
Jóhan av Reyni greiddi frá, at tað ikki bert er fíggjarligi parturin, sum er ein umráðandi faktorur í oljunýtsluni. IMO hevur snikkað eina “grøna” lóg, sum sigur hvussu nógv útlát skip kunnu hava í miðal. Um CO2 útlátið er ov stórt, krevur IMO eina siglingarætlan, sum vísir hvussu skip kunnu minka um CO2 útlátið.
Jóhan av Reyni vísti at enda eitt forrit, ið Smyril Line brúkar, har tað ber til at fylgja øllum teirra skipum. Forritið vísir millum annað á hvussu veðrið ávirkar siglingina, og hvørja ávirkan tað hevur á oljunýtsluna. Á henda hátt kann Smyril Line vera í fremstu røð, tá tað kemur til burðadygga sigling.
Vinnuháskúlin takkar fyri vitjanina.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Blue Faroe Islands
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments