VINNUHÁSKÚLIN | Nýtt lestrar hálvár
- Eva Andrésen
- Jan 31
- 1 min read
Updated: Jan 31
Í ár eru 20 maskinmeistarar, 16 skiparar og 14 skipsførarar byrjaðir á teirra útbúgvingarleið

Vinnuháskúlin er sera fegin um at bjóða nýggjum lesandi vælkomin. Í ár eru 20 maskinmeistarar, 16 skiparar og 14 skipsførarar byrjaðir á teirra útbúgvingarleið. Tað vil siga, 50 lesandi eru lagst aftrat skúlanum í januar.
- vit á Vinnuháskúlanum síggja fram til at stuðla hvørjum einasta næmingi í teirra ferð móti at gerast framtíðar leiðarar. Vit eru errin av at kunna leggja lunnar undir vitan og førleikar, sum styrkja okkara samfelag og maritimu vinnuna, sigur skúlin.
Øllum teimum verður ynskt góða eydnu og góðan byr á útbúgvingarleiðini, sum fer at mynda teirra yrkisleið og persónliga vøkstur.



(Myndir 📸 Vinnuháskúlin)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuháskúlin
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments