VINNUHÁSKÚLIN | Landsstýrismaðurin vitjaði Trygdardepilin
Á vitjanini varð ein framtíðarætlan fyri virksemið á Trygdardeplinum løgd fram fyri landsstýrismannin.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, vitjaði Trygdardepilin við Áir, sum er ein týðandi partur av Vinnuháskúlanum. Frífinn Nolsøe, deildarleiðari á Trygdardeplinum, og Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum, tóku ímóti honum.
Á vitjanini varð ein framtíðarætlan fyri virksemið á Trygdardeplinum løgd fram fyri landsstýrismannin. Trygdardepilin hevur árliga upp móti 1000 skeiðsluttakarar og hevur fult virksemi hvørja viku í árinum.
Landsstýrismaðurin fekk innlit í, hvussu venjingar í eldsløkking og roykkavan verða gjørdar, sum eru týdningarmiklir tættir í trygdini bæði á sjógvi og landi.
Vinnuháskúlin takkar fyri vitjanina.



(Myndir 📸 Vinnuháskúlin)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuháskúlin
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Commentaires