VINNUHÁSKÚLIN | 200 lesandi eru farin undir várhálvuna
Tey umleið 200 lesandi á Vinnuháskúlanum eru farin undir várhálvuna, og Næmingaráðið hevur skipað seg við einum eyka limi. Sørin Wardum, Skipsføraralesandi, er formaður í Næmingaráðnum, og Eirikur Thomsen, Maskinmeistaralesandi, er næstformaður.

(Mynd 📸 Vinnuháskúlin / Á myndini (frá vinstru): Álvur M. Zachariasen, Erling G. Mørkøre, Elin D. Carlsson, Sørin Wardum og Eirikur Thomsen. Sigurbjørg Á. Ásgeirsdóttir og Arnfinn A. Hjaltalin vanta á myndini)
Í Næmingaráðnum sita fyri maskinmeistararnar: Álvur M. Zachariasen, Eirikur Thomsen og Arnfinn A. Hjaltalin, og fyri navigatørarnar: Sørin Wardum, Erling G. Mørkøre, Elin D. Carlsson og Sigurbjørg Á. Ásgeirsdóttir. Erling og Elin eru nývald í Næmingaráðið. Vit ynskja Næmingaráðnum góðan arbeiðshug og blíðan byr.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuháskúlin
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Góða eydnu 😀