VIKMAR | Púra burtur í gomlum land- og sjókortum
Í fleiri ár hevur Jan Hammer Egholm savnað gomul kort og aðrar lutir, ið hava samband við sjógvin
(Mynd: 📸 KVF.fo)
Tað hugtekur meg at síggja, hvussu gomlu kortini vórðu gjørd, sigur Jan Hammer Egholm.
Elsta kortið, hann hevur í savninum, er frá 1570.
Tað er einastandandi, at tey hava megnað at gjørt kortini so neyv við teimum amboðum, sum vóru tøk tá, leggur Jan aftrat.
Tórarinn á Rípuni, savnslærari á Tjóðsavninum, heldur eisini kortini vera áhugaverd. Hann vísir á, at tað er eyðsæð á eitt nu elsta kortinum, at tey, ið hava teknað, ikki hava verið í Føroyum. Tað er bygt á frásagnir og samansetingar av øðrum kortum.
Hoyr samrøðuna við Jan og Tórarinn HER: https://kvf.fo/gmf?sid=146207
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments