top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

VIKMAR | Avdúkar landslag á botni

Vikmar avdúkar landslag á botni ið ikki er sætt áður.

Vit vita øll hvussu alt sær út á landi, á mánanum osv. Men havbotnurin kring oyggjarnar kenna vit ikki neyvt, sjálvt um vit liva av tí sum er í havinum.

(Mynd 📸 Vikmar)


Jarðarskorpan er fevnd av 70% hav og 30% landfast øki, men av hesum 70 prosentunum, eru bert 20 prosent kortlagt. Vikmar eXplorer kortlegði Høgnaboða og vísti hvussu hesin sær úr. Nú hevur Vikmar eXplorer víðkað hetta økið, so tað nú umfatar 174km2, frá stongini og til mjóvanes. Her er stórsligið landslag at síggja á botni, og gevur hetta nýggja kortið eina rúgvu av upplýsingum um hetta økið.


Men upplýsningarnar eru sera nógvar og kundi verði brúktar til nógv annað, t.d. betur navigatións kort, betur rák kort, slag av botni umframt skráseting av veðurlags og umhvørvis broytingum osv.


Kortini eru há-upploysilig, og tí síggjast nógvar detaljur. Vikmar hevur eisini gjørt tað møguligt at síggja 2 vrøk í hesum økinum. Dømi um hetta kann síggjast á hesari leinkju https://bit.ly/3u4mgwq


Vikmar hevur lagt hetta fiskikort ókeypis á www.fishin.fo so øll hava møguleika at síggja botnin har og t.d. brúka hetta tá fiska verður.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Vikmar

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

留言


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page