top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

Verkfall í týskum havnum

Verkafólk, sum arbeiða í havnunum í Bremerhaven og Hamburg, eru farin í 24 tíma verkfall.

Einki røkist fyri, at strandarlondini semjast um, hvussu makrelur, svartkjaftur og sild skal býtast millum londini. (Mynd 📸 kvf.fo) 



Verkfallið er millum fyritøkur sum skipað farstøðinar og fakfelagið Verdi.  Fakfelagið er ikki nøgd við uppskotið í nýggja sáttmálasamráðingunum.


Fakfalegið, Verdi, hevur haft nøkur 24-tíma verkføll seinastu tíðina, har tað seinasta var í mars mánað.


Verkfallið byrjaði í Hamburg í morgun kl 6 og í Bremerhaven kl 7 í morgun.


Tá ið verkfallið er av í morgin 18. juni, er sannlíkt at bingjur hava hópað seg upp, og Mærsk hevur kunnað sínar kundar um at leggja sínar ætlanir eftir hvussu verkfallið hættar sær.


Higartil hava sjey úrslitaleysar samráðingar verði. Fakfelagið krevur góðar 8.95kr um tíman í lønarhækking umframt 7,4 % sum svarar til útjavningina av inflatiónini.  12.000 starvsfólk arbeiða á havnunum í Brenerhaven og Hamburg.

 

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: AP

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page