VARÐIN | Spennandi menning í Miðeystri
Uttanríkisráðið og mentamálaráðið skipaði fyri vinnuferð til Ísrael í mai mánað, í samband við hátíðarhald um at Sendistova Føroya er latin upp.
Við á ferðini vóru umboð fyri vinnufyritøkur og almennar stovnar. Ein av hesum fyritøkum var Varðin Pelagic, sum útflytir millum annað makrel og sild kring heimin.
(Myndir: 📸 Varðin / frá vinstru: Bogi Johannesen, søluleiðari og Tórheðin J. Jensen, marknaðarførðings- og umsitingarleiðari)
Sum flestu kunnugt, útflyta føroyskar fyritøkur ikki longur vørur til Russlands vegna støðuna millum Russland og Ukraina, hóast tað enn er loyvligt. Og av tí at Russland var ein stórur innflytari av sild úr Føroyum, ávirkaði tað jú eisini Varðan.
Tórheðin J. Jensen, marknaðarførings- og umsitingarleiðari hjá Varðanum, sigur, at vegna truplu støðuna í Ukraina og Russlandi í løtuni, hevur Varðin arbeitt miðvíst við at økja um sín marknaðarlut á øðrum marknaðum, og Varðin valdi tí at luttaka á vinnuferðini hjá uttanríkisráðnum, og røkja síni sambond í Ísrael og Egyptalandi og har á leiðini.
- “Vit eru sera fegnir um at tað hevur eyðnast okkum at vaksa og styrkja um okkara støðu í Miðeysturi, millum annað í Egyptalandi", sigur Tórheðin Jensen.
Hann leggur afturat:
“Varðin útflytir í dag nøkur 1000 tons av sild og makreli til hesi londini, men vit hava góðar vónir, at tað fer at lukkast at økja søluna í øðrum londum. Vit hava eina góða søludeild í Tvøroyri, og tey arbeiða støðugt við at menna alternativar marknaðir.”
Við í ferðalagnum vóru umboð fyri Landsstýrið, Miðflokkin, Pelagos, Varðan, Hugskotið, Íverksetarahúsið, Bakkafrost, Nema og Klaksvíkar Kommunu.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: BLUE FAROEI SLANDS
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Góða eydnu :)