UVMR | Kunnu biðja um undangóðkenning til Fast Track
Umhvørvis- og Vinnumálaráðið: Skipanin skal gera tað lættari at fáa fólk úr londum, sum ikki eru í ES, til Føroya at arbeiða.
(Mynd 📸 Jan Muller)
Longu nú kunnu arbeiðsgevarar í Føroyum søkja um undangóðkenning til sokallaðu Fast Track skipanina, sum skal gera tað lættari at fáa fólk úr londum, sum ikki eru í ES, til Føroya at arbeiða.
Í síðstu viku kom avtalan millum landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum og danska ráðharran í útlendinga- og integrasjónsmálum um Fast Track skipan í gildi. Og arbeiðsgevarar kunnu nú søkja Útlendingastovuna um undangóðkenning. Tá arbeiðsgevarin er góðkendur, kann útlendski arbeiðstakarin søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Arbeiðsgevarar, sum hava undangóðkenning til ES-skipanina, noyðast at søkja av nýggjum, tí Fast Track skipanin fyri ES er ikki galdandi fyri fólk úr londum, sum ikki eru í ES.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments