UVMR | Ætla at broyta stuðulin til skipasmíð 🚢
Føroyskt skipasmíð er í harðari altjóða kapping við skipasmiðjur í øðrum londum. UVMR Umhvørvis- og vinnumálaráðið endurskoðar í løtuni skipanina um stuðul til skipasmíð.
(Mynd 📸 MEST Shipyards)
Føroyskt skipasmíð er í harðari altjóða kapping við skipasmiðjur í øðrum londum.
Aðrastaðni eru fyrimunir av stórrakstri, lægri lønarlag og møguleiki fyri at søkja nógvar pengar.
Eitt av endamálunum við at endurskoða skipanina er at stimbra undir grønar orkuloysnir. Umhvørviskrøvini gerast fleiri og strangari.
Átta prosent í studningi
Og vinnan kann bara vera við, um hon megnar at lúka strangastu krøvini til umhvørvi, dygd og álítandi tænastu.
Sum er, kunnu føroyskar skipa- og bátasmiðjur fáa átta prosent í almennum studningi av sáttmálaprísinum til nýbygging og umbygging av flótandi eindum.
Skipasmiðjuvinnan hevur fyrr heitt á landsstýrismannin um at broyta stuðulsskipanina og hækka stuðulin.
(Mynd 📸 KSS Klaksvíkar Sleipistøð)
Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni
Kelda: KVF Kringvarp Føroya
Comments