UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ | Høgni Hoydal umborð á amerikanska flogberanum USS Harry S. Truman
USS Harry S. Truman er eitt av heimsins størstu herskipum.

(Mynd 📸 UVMR)
Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, í dag umborð á flogberanum USS Harry S. Truman, sum í løtuni virkar og ger venjingar við einum NATO-flotafylgi í Norðsjónum, útfyri norsku strondina, nærindis Stavanger.
Landsstýrismaðurin fleyg út til flogberan úr Skotlandi. USS Harry S. Truman er eitt av heimsins størstu herskipum.
- Vitjanin umborð á Harry S. Truman er ein liður í at áhaldandi styrkja samskiftið við USA um trygd og verju, so hvørt sum óvissurnar á heimspolitiska pallinum økjast. Beinleiðis samskifti við USA og okkara sameindu er avgerandi fyri, at vit áhaldandi eru við til at mynda trygdar- og verjupolitiskt virksemi um okkara leiðir, og at føroysk sjónarmið verða tikin við, tá støða skal takast til felags avbjóðingar, sigur landsstýrismaðurin.
Eftir ætlan skuldi amerikanski flotamálaráðharrin, Carlos del Toro, vitja í Føroyum í summar, men varð vitjanin avlýst vegna veður. Skipað varð ístaðin fyri einum talgildum fundi, har ráðharrarnir umrøddu trygdarstøðuna í norðurhøvum.



Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: UVMR.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments