top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ | Føroyar fáa varaformannin í Arktiska ráðnum

Føroyar, Grønland og Danmark hava formansskapin frá mai 2025 til mai 2027.

(Mynd 📸 UVMR)


Føroyar, Grønland og Danmark taka við formansskapinum í Arktiska ráðnum í mai 2025.

Semja er um, at Grønland fær leiðandi leiklutin sum formaður í Arktiska ráðnum, nevnt Senior Arctic Official Chair, meðan Føroyar taka við varasessinum, Deputy Senior Arctic Official Chair. Danmark varðveitir leiklutin sum formaður fyri felags sendinevndina hjá ríkinum í Arktiska ráðnum, har Føroyar og Grønland eisini verða umboðað. 

Havið verður ein av høvuðsraðfestingunum í formansskránni, og verða tað Føroyar, ið fáa ábyrgd av havskránni. Í samstarvi við føroyskar myndugleikar er arbeiðsætlan fyri havið orðað, sum setur út í kortið, hvørjar raðfestingar formansskapurin ynskir, at arbeiðsbólkarnir í Arktiska ráðnum skulu arbeiða við komandi formansskeið. Fróðskaparsetur Føroya og aðrir viðkomandi partar verða somuleiðis vertir fyri komandi UArctic ráðstevnuni, sum verður hildin í Føroyum í 2026.


  • Arktiska ráðið er høvuðspallur fyri reglubundnum samstarvi millum arktiskar tjóðir, upprunafólk og viðkomandi áhugapartar, m.a. granskingarumhvørvið. Fyri Føroyar hevur tað verið avgerandi, at okkara støða í Arktis verður greitt endurspeglað í formansskapinum, umframt, at føroysk áhugamál síggjast aftur í formansskránni. Við støði í arktiska politikkinum, sum varð einmælt samtyktur í vár, fara vit at stuðla undir arbeiðið í Arktiska ráðnum og einum styrktum mótstøðuføri í arktiska økinum, og virka fyri, at fólkaræðislig burðardygd verður stavnhaldið., Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.



Føroyar, Grønland og Danmark hava formansskapin frá mai 2025 til mai 2027.

Felags tíðindaskriv kann lesast her.


Arktiska ráðið


Arktiska ráðið er fremsta millumtjóða samstarvið í Arktis og er grundað á Ottawa-yvirlýsingina frá 1996 og samstarvssiðvenju annars. Limalondini virka saman við eygleiðaralondum og felagsskapum úr øllum heiminum fyri at basa veðurlagsbroytingum, fyribyrgja dálking á sjógvi og landi og at menna livikor sum heild í Arktis. Í Arktiska ráðnum virka Føroyar fyri burðardyggari menning við denti á nátturutilfeingi, umhvørvið, gransking og vitanarmenning. Føroyar hava tikið undir við teimum trimum millumtjóðasáttmálunum, sum hava uppruna í samstarvinum millum londini í Arktiska ráðnum. Teir viðvíkja leiting og bjarging, tilbúgving í sambandi við oljudálking, og gransking.


Føroyar eru umboðaðar í Arktiska ráðnum í sendinevnd við Danmark og Grønlandi á politiskum stigi og á embætismannastigi, umframt við serfrøði og fakkunnleika frá granskingar- og vitanarstovnum í Føroyum.


Les meira um Føroyar í Arktis her.


Arktiski politikkur Føroya kann lesast her.



 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: UVMR.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page