top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ | Arktiskt sendifólk tilnevnt

Tað verður Gunvør Balle, fakligur leiðari í Uttanríkistænastuni, ið tekur við varaformanssessinum.

(Mynd 📸 Tjóðveldi)


Grønland, Føroyar og Danmark hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá mai 2025 til mai 2027.


Leiklutabýtið undir formansskapinum er avgjørt í semju millum londini, sum varð kunngjørd í desember 2024 - sí her.


Sambært semjuni tilnevnir Grønland vegna Kongsríkið eitt arktiskt sendifólk, sum Føroyar og Danmark skulu góðkenna.


Í dag er kunngjørt, at arktiska sendifólkið verður Kenneth Høegh, sum í løtuni røkir starvið sum sendimaður Grønlands til Washington D.C.


Aftrat leiklutinum sum arktiskt sendifólk skal Kenneth Høegh undir formansskapinum røkja sessin sum formaður í Arktiska ráðnum, Senior Arctic Official Chair, ið somuleiðis er formaður fyri embætismannanevndina í ráðnum.


Semja er eisini um, at Føroyar taka við varaformanssessinum, Deputy Senior Arctic Official Chair. Tað verður Gunvør Balle, fakligur leiðari í Uttanríkistænastuni, ið tekur við varaformanssessinum. Danmark varðveitir leiklutin sum formaður fyri felags sendinevndina hjá ríkinum í Arktiska ráðnum.



Formansskráin fyri formansskapin hjá Grønlandi, Føroyum og Danmark verður eisini kunngjørd í Nuuk í dag, 11. apríl. Sí framløguna og les meira um formansskránna her.

Felags tíðindaskriv kann lesast her.


Meira kunning fæst við at seta seg í samband við Linnéu L. Petersen á linneaslp@mfa.fo ella +298 556075.


Leiklutabýtið undir formansskapinum hjá Grønlandi, Føroyum og Danmark í Arktiska ráðnum

Senior Arctic Official Chair: Kenneth Høegh (Grønland)

Deputy Senior Arctic Official Chair: Gunvør Balle (Føroyar)

National Senior Arctic Official: Torsten Kjølby Nielsen (Danmark)


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: UVMR.fo - Mynd: Tjóðveldi

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page