top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

UMHVØRVISSTOVAN | Føroyingar máta nú sjálvir sítt sjóøki við Jákup Sverra 🌍📏📐

Í løtuni eru tveir mans frá Umhvørvisstovuni við nýggja havrannsóknarskipinum Jákup Sverra í tvær vikur og savna dátur av havbotninum inn.


(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto.com)


21 juni - er valdur at vera altjóða sjómátingardagur. Tað er altjóða felagsskapurin IHO (International Hydrographic Organization), sum hevur valt dagin, sum var stovningardagur fyri felagsskapin fyri júst 100 árum síðani.


Orsøk er eisini at leggja dagin til merkis í Føroyum, tí síðani 1. januar 2020 hava Føroyar sjálvar havt ábyrgina av sjómáting og gerð av sjókortum. Yvirtøkan hevði við sær, at kortdeildin á Umhvørvisstovuni varð víðkað, so hon nú eitur Land- og sjókort. Fýra fólk starvast burturav á sjókortøkinum.


Arbeiðsøkið er stórt, tí føroyska sjóøkið er 270.000 ferkilometrar, og hóast nógv av havbotninum er kortlagt, meðan økið hevur verið undir danskari umsiting, eru nógvar mátingar rættiliga gamlar og eiga at verða endurtiknar, tí tøknin loyvir nógv neyvari kortlegging í dag.


Í løtuni eru tveir mans frá Umhvørvisstovuni við nýggja havrannsóknarskipinum Jákup Sverra í tvær vikur og savna multibeam-dátur av havbotninum inn. Multibeam er ein kanningarháttur, har sera tætt er ímillum innsavnaðu punktini, og hetta økir sjálvandi um neyvleikan í kortdátunum. Arbeiðið skal fyrst og fremst brúkast til at betra um føroysk sjókort og at økja um trygdina hjá sjófólki. Men at fáa betur fatan av, hvussu havbotnurin sær út, kann eisini hjálpa til at menna útbygging av havvindmyllum, aling og sjóvarfalsorku.


Hesin túrurin hjá Jákupi Sverra er árligi yngultúrurin hjá Havstovuni, har trolað verður eftir yngli um dagin. Um kvøldið og náttina er skipið tøkt til at savna inn botndátur.

Arbeiði at kortleggja alt tað føroyska økið er ein langtíðar verkætlan, ið væntandi tekur áratíggjur.


Leinkjur:

Logo
Facebook
Logo
LinkedIn
Logo
YouTube
Logo
Instagram


 

Comentarios


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page