TÍÐINDI | Havnameistari og tilbúgvingarleiðari settur í Sunda kommunu
Magnus Madsen er settur í starv sum Havnameistari og Tilbúgvingarleiðari.
Sunda kommuna søkti nýggja starvið sum Havnameistari og Tilbúgvingarleiðari leyst í september. Talan er um eitt fjølbreitt og samansett starv, og Sunda kommuna ynskti ein við sjóvinnuligari-, tilbúgvingarligari- ella handverksligari útbúgving.
8 umsøkjarar vóru til starvið, og Sunda kommuna hevur sett Magnus Madsen í starv sum Havnameistari og Tilbúgvingarleiðari. Magnus er 52 ára gamal kvívíkingur búsitandi í Leynum. Magnus er útbúgvin maskinmeistari, innsatsleiðari og elektrikari.
Magnus kemur úr starvi í Vága Floghavn, har hann hevur starvast síðan 2007, fyrst sum brandmaður og síðan sum átaksleiðari síðan 2012. Magnus byrjar í starvinum í november.
- Sunda kommunu ynskja Magnusi vælkomnum, sigur Sunda kommuna í fráboðan
(Mynd📸 Sunda kommuna)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sunda Kommuna
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments