TVØROYRAR KOMMUNA | Hava sett grabban í til serstakan sjódepil á Tvøroyri
Hann verður liðugur í seinasta lagi á jóansøku á Tvøroyri um tvey ár.
Tað hevur tikið fleiri ár at koma so langt, men seinnapartin í gjár var løtan loksins komin, har grabbin varð settur í at gera nýtt kappróðrarneyst á Tvøroyri. Men hetta verður ikki bara eitt kappróðrarneyst, tí hetta verður ein slóðbrótandi sjódepil til allan hugsandi ítrótt, og ítriv, sum hevur við sjógvin at gera. Nýggi depilin stendur á Hvítanesi, innarliga á fjørðinum.
Tað var 89 ára gamli veteranurin í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, FSR, Egon Rasmussen í Ørðavík, sum setti fyrsta grabban í og nú verður so farið til verka. Formaðurin í felagnum, Uni Jacobsen, formaður í felagnum, sigur, at depilin verður liðugur um ársskiftið næsta ár, ella í hvussu so er í seinasta lagi á jóansøku á Tvøroyri í 2023.
Tað eru Tvøroyrar Kommuna, og Lokale og anlægsfonden, LOA-grunnurin, í Danmark, sum stuðla ætlanini, sum kostar 10,3 milliónir tilsamans.
Umframt at vera kappróðrarneyst við felagshøli og venjingarmøguleikum, verður talan um ein veruligan sjódepil. Har Har fara tey eisini at rógva við kajakkum, umframt at tey eisini fara at íðka Stand up paddling, SUP, har fólk standa á eini fjøl og rógva við ár. Har verða umstøður gjørdar til sjósvimjarar og har verður ein stór sauna, fyri at nevna nakrar av hentleikunum.
Tey hava eisini hugsað um, at eisini fólk við rørslutarni skulu hava góðar umstøður.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Portal.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments