FØROYABANKI | Toskastovnurin er vaksin
Updated: Sep 28, 2023
Í ár hava skipini fiskað 450 tons av toski á Føroyabanka, og tað er munandi meira enn í fjør
Føroysk skip hava higartil í ár fiskað 1012 tons á Føroyabanka. Útvið helvtin, 450 tons, er toskur. Tað er munandi meira enn í fjør, tá tað bert vóru fiskaði 68 tons á Føroyabanka.
Ein av bátunum, sum hevur gjørt fleiri línutúrar á bankanum, er Anru í Hvanaasundi. Gundur Sørensen er skipari, og hann letur væl at fiskiskapinum. Prísurin fyri tosk er góður, og kundarnir í Onglandi sum keypa fiskin eru nøgdir við góðskuna av fiskinum.
(Mynd 📸 Petur Steingrund, Havstovan)
Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, vísir á, at Rannsóknarskipið fekk eina stóra veiðu av toski við troli, og tí bendir alt á, at toskurin á Føroya Banka er komin fyri seg aftur, hóast toskurin er meira rak, enn hann plagar at vera.
Tilmæli viðvíkjandi Føroya Banka koma í novembur/decembur.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
ความคิดเห็น