TÓRSHAVNAR KOMMUNA | VIDEO (KVF) - Samstarv heldur enn útbýgging
Elsa Berg, komandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, mælir til, at kommunurnar kring landið samstarva meira um havnaøkini, heldur enn at byggja meira út

Sí inn slag niðast
Havnarútbyggingin norðureftir fram við Skansanum verður av ongum.
Tað staðfestir Elsa Berg, komandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Metingar siga, at ein útbygging av havnini norðureftir fer at kosta í minsta lagi 300 milliónir krónur, og fíggjarligt grundarlag er ikki fyri eini slíkari íløgu sum nú er, sigur Elsa Berg.
Hon mælir í staðin til, at kommunurnar kring landið samstarva meir um havnaøkini og tað virksemið, sum er har.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vísir á, at kommunan ikki hevur tørv á meira kaikanti, men at tað er tørvur á størri upplandi - við øðrum orðum, at tað framvegis er brúk fyri meira plássi til tær fyritøkur, sum hava sítt virksemi á kaiøkinum.
(Mynd og Video: KVF
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentarios