TÓRSHAVNAR HAVN | Útbygda havnarlagið í Havn er longu ov lítið
90.000 fermetrar vóru tiknir úr útbyggingarætlanini, og teir fermetrarnir resta nú í.

(Mynd 📸 Faroe Ship) Virksemið á havnarlagnum í Havn er so stórt, at havnarútbyggingin er longu ov lítil, sigur formaðurin í havnarnevndini.
Hóast stór havnarútbygging er gjørd seinastu árini, so er Tórshavnar havn ov lítil.
Tað staðfestir Kári Johansen, formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar býráð, í samrøðu við tíðindaportalin in.fo í dag.
Kári Johansen sigur, at upprunaliga var ætlannin eisini at byggja út norðureftir, fram við Skansanum, men tann ætlanin var slept.
Tað hevði við sær, at 90.000 fermetrar vóru mistir í útbyggingini, og teir fermetrarnir resta nú í.
Hoyr samrøðu við Kára Johansen í útvarpstíðindunum her

(Mynd 📸 KVF / Bjarni Árting Rubeksen) Kári Johansen er formaður í havnarnevndini í høvuðsstaðarkommununi.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentarios