TÓRSHAVNAR HAVN | Stórur áhugi fyri skúrum í Álakeri
So mikið stórur áhugi er fyri skúrum til smábátaeigarar, at neyðugt var við lutakasti, ímillum tey, sum høvdu skrivað seg upp til størru skúrarnar við bátahylin í Álakeri.
15 tey fyrstu, ið vórðu tikin upp úr bollanum, fáa nú møguleikan at leiga sær skúr. Hini sjey, ið vóru eftir, eru øll komin á bíðilista.
Nú eru samanlagt 94 skúrar til smábátaeigarar í Tórshavnar kommunu. 51 á Argjum og 43 í Álakeri. Fyri at fáa møguleika at leiga ein skúr, krevst, at viðkomandi hevur smábátapláss.

Nýggj reglugerð fyri skúrar til smábátar
Á seinasta býráðsfundi í fjør 2024, samtykti býráðið nýggja reglugerð fyri skúrar til smábátar. Í nýggju reglugerðini er millum annað broyting í leiguprísinum fyri skúrarnar. Leigan er nú 2.800 krónur um árið fyri skúrar í støddini 4 m2 og 4.200 um árið fyri skúrar í støddini 6 m2. Á Argjum eru 51 skúrar, og hesir eru eisini fevndir av nýggju reglugerðini og broyttu prísunum.
Sí reglugerðina her.


(Myndir: portoftorshavn.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Port of Tórshavn
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentários