TÓRSHAVNAR HAVN | Nýggjur havnarfúti
Tey hava søkt eftir havnarfúta í eina tíð og nú er hann settur. Tað er Hanus Mikkelsen, sum nú tekur við sum havnarmeistari.
Jónsvein Lamhauge, sum hevur verið havnarmeistari í nógv ár, legði frá sær tíðliga í fjør og tá varð Andrias Vang settur sum havnarmeistari.
Men hann var ikki drúgvur í starvinum, tí longu seinasta summar boðaði hann frá, at hann fór úr starvinum aftur, og flutti aftur til Danmarkar, haðani hann var komin.
Síðani hava tey leitað eftir nýggjum havnarmeistara og nú siga góðar keldur fyri okkum, at Hanus Mikkelsen so settur í starvið.
Kári Johansen, formaður í Havnanevndini hjá Tórshavnar Býráði, vil ikki váttað tað, men hann sigur, at móttøka verður fyri nýggja havnarmeistaranum seinni í dag - og tá verður tað alment váttað.
Hanus Mikkelsen er skipsførari hann í løtuni er hann í deildarleiðari á sýnsdeildini á Sjóvinnustýrinum.
(Mynd 📸 fma.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Dimmalætting
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
コメント