TÓRSHAVNAR HAVN | Nýggja heimasíðu
Updated: Apr 19
Tórshavnar Hanvn hevur í hesum døgum fingið nýggja heimasíðu.
(Myndir 📸 Skíggjamyndir frá portoftorshavn.fo)
Talan er um eina sera snøgga heimasíðu, sum Sansir hevur latið úr hondum. Ikki bert er síðan løtt at navigera í, men hon er sera upplýsandi, um tær upplýsingar ein hevur tørv á frá Tórshavnar Havn.
Til dømis er Cruise call, har til ber at síggja komandi ferðamannaskip, sum koma á Havnina og Kollafjørð. Eisini sæst hvør agenturin er.
Ein sera góð funkta er, at til ber at síggja hvørji skip eru á veg at leggja at. Ikki bert ferðamannaskip, men eisini fiskiskip. Til dømis kom ANRU á Havnina kl 16.30 í gjár.
Sìðan er á enskum, og tað halda vit er nøktandi, tí meginparturin av virkseminum hjá Tórshavnar Havn er jú altjóða virksemi.
Blue Faroe Islands ynskir Tórshavnar Havn tillukku við nýggja síðuni, má hon gagnast væl.
(Myndir 📸 Skíggjamyndir frá portoftorshavn.fo)
(Myndir 📸 Skíggjamyndir frá portoftorshavn.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Blue Faroe Islands
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments