TÓRSHAVNAR HAVN | Nýggja havnin liðug í heyst 🏗
Trupulleikar vóru við boltunum í akkerunum, sum skulu halda bryggjuni, men nú er semja um, hvussu hendan umvælingin skal gjaldast.
(Mynd 📸 Tórshavnar Kommuna)
Nýggja havnin í Havn verður ikki tikin í brúk fyrr enn í heyst, um hálvan oktober ella so. Tað er nýggja ætlanin, sigur formaðurin í Vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu, Kári Johansen. Sambært ætlanini, sum var undan hesari, skuldi havnarútbyggingin verða liðug nú 1.august.
Upprunaliga var ætlanin, at fyrsti parturin í útbyggingini, sum var Skansabryggjan, skuldi latast kommununi í oktober í 2019, og seinna helvtin, eystara havnarøkið, skuldi latast kommununi í mai í fjør.
Trupulleikar við boltunum
Millum annað hava verið trupulleikar við boltunum í akkerunum, sum skulu halda bryggjuni. Fyrst bognaðu teir, og síðani slitnaðu nógvir boltar. Nú er semja um, hvussu hendan umvælingin skal gjaldast. Betri trygging rindar ein part, byggifelagið ein, ráðgevararnir ein og kommunan ein part. Enn er ikki greitt, hvør skal rinda skaðan, sum hendi, tá farmaskipið Tukama Arctica sleit í illveðri í november í fjør og rendi á bryggjuna.
Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni
Kelda: KVF
Comments