Tiltak um tørvin hjá vinnuni í mun til integratión.
Árligi vinnufundurin hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag verður 21, maj í Kolshøll á Eiði
(Mynd📸 Eysturoyar Vinnulívsfelag)
FUNDURIN ER FYRI LIMIR Í EVF OG KOMMUNU-OG LANDSPOLITIKARAR Í EYSTUROYNNI!
Eysturoyar Vinnulívsfelag bjóðar til áhugaverdar framløgur, fyrsta framløgan verður við Jacob Eli S. Olsen, formanni í Føroya Lærarafelag.
Talið á næmingum, ið hava annan uppruna enn føroyskan, er vaksið munandi eftir stuttari tíð. Tí eru fløskuhálsar, ið geva fólkaskúlanum avbjóðingar at vera um hesar næmingar, sum fólkaskúlin eigur.
Lærarar hava vitan, men hvussu kann ein hóskandi skipan mennast? Hetta fer Jacob Eli at hugleiða um.
Fyribilsskrá:
Kl. 19.00 Vinnufundurin verður settur - Annsy Høghamar, borgarstjóri
Kl. 19.10 Vælkomin í fólkaskúlan, nú eiga vit at taka ímóti tær - Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag
Kl. 19.35 Arbeiði hjá politisku skipanini tá ið tað kemur til undirvísing og integratión - Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Kl. 20.00 Kaffi og netverkan
Kl. 20.20 Vitlíki og kappingarføri - Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore
Kl. 20.45 Kjak! Sí niðanfyri!Luttakarar: Annsy Høghamar, borgarstjóri á Eiði - Jákup Eli Thomsen, stjóri hjá FMP - Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum - Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelag Føroya
Orðstýrari: Bergur Poulsen
Kl. 21.30 Liðugt
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Tvøroyrar skjalasavn
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum # EysturoyarVinnulívsfelag
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum # EysturoyarVinnulívsfelag
Comments