top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

TÍÐINDI | Vikmar svarar aftur til grein á KVF.fo

Updated: Jun 2, 2022

Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum er ein grein við heitinum "Umhvørvisstovan vil hava fútabann móti Vikmar." Á Facebook síðuni hjá Vikmar svarar Jan Hammer Egholm, stjóri, aftur.

(Mynd: 📸 Kringvarpið / Umhvørvisstovan er farin í fútarættin við Vikmar)


Soleiðis skrivar Kringvarpið:

Vikmar hevur fingið boð um at beina burtur øll botndata, sum eru løgd út til almenna nýtslu síðani 1.januar 2020


Fútarætturin viðger í dag eitt mál um havbotnin.

Umhvørvisstovan vil hava fútabann móti fyritøkuni Vikmar, sum í nógv ár hevur kannað botnin í føroysku firðunum.

Vikmar hevur fingið boð um at beina burtur øll botndata, sum eru løgd út til almenna nýtslu síðani 1.januar 2020.

Skulu sjómátingar gerast, skal umsókn sendast Umhvørvisstovuni fyrst.

Umhvørvisstovan vendir sær síðani, landsstýrisins vegna, til donsku verjuna við málinum.


Yvirtikið málsøki og tó Hóast Føroyar yvirtóku málsøkið sjókort og geodata 1.januar 2020, er kravið, at landsstýrið og danska verjan skulu geva loyvi til slíkar sjókanningar.

Hóast yvirtøkuna eru mátingar á havbotninum, sum hava uttanríkispolitiskan, trygdarpolitiskan og verjupolitiskan týdning, framvegis ríkismál.

Tað segði Trine Bramsen, sum var verjumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Sjúrður Skaale spurdi, hví tey, sum ætla at gera mátingar til sjókort í Føroyum, skulu hava loyvi til tess frá donsku verjuni.

Viðkvæmar mátingar

Trine Bramsen segði, at mátingar til sjókort kunnu vera trygdarpolitiskt viðkvæmar, tí tær vísa kaðalar, sum eru á havbotninum. Og før úr fíggindalondum kunnu brúka tær.

Tí skal danska Verjumálaráðið geva loyvi til slíkar mátingar.

Um aðrar mátingar enn til sjókort skulu gerast, kunnu føroyskir myndugleikar geva loyvi til tess, men bara eftir at hava spurt Verjumálaráðið.

(Mynd: 📸 Facebook.com)


Og soleiðis svarar Jan Hammer Egholm aftur á facebook síðuni hjá Vikmar:

Rætting til grein hjá Kvf. Víst verður til fyrispurning hjá Sjúrður Skaale um SJÓKORT og svar frá Trine Bramsen um SJÓKORT. Hetta mál snýr seg ikki um SJÓKORT, men um FISKIKORT. Vikmar arbeiðir fyri at varðveita rættin hjá øllum føroyingum framhaldandið at ferðast frítt á sjónum og gera fiskikort til frama fyri trygd og burðardygga veiðu.

Vikmar Jan Hammer Egholm

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF.fo og Vikmar

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page