VIDEO | Størsti marglætisfrítíðarbáturin í Føroyum
Updated: Jan 5, 2023
John Bull er 53 føtur og er keyptur til at sigla við ferðafólkum
- Vit bæði, konan og eg fáast við ferðavinnu, og so hugsaðu vit, at fyri at víðka um tilboðið hjá okkum, at keypa eina flottan bát, sum kundi brúkast til luksus útferðir her norðuri, sigur Rógvi Joensen í Klaksvík, sum eigur bátin saman við konuni, Ann Mari. John Bull er 53 føtur langur - í metrum er hann 16.10 metrar langur og 4.80 breiður. Hann vigar 27 tons og hevur ein motor upp á 1600 hestakreftir.
(Mynd 📸 KVF.fo /Rógvi Joensen eigur John Bull)
- Báturin er bygdur í Póllandi í 2008 og Gulak Madsen, reiðari í Hirtshals, átti bátin, tá eg keypti hann í 2020, greiðir Rógvi frá.
(Mynd 📸 KVF.fo /Tey hugna sær umborð á John Bull)
Rógvi og Ann Mari hava í fleiri ár havt Heimablídni heima hjá sær sjálvum, og við John Bull hava tey víðkað um tilboðið til ferðafólk.
Sí videobrotið um bátin her:
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentarios