top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

TÍÐINDI | Svenska sjóverjan royndarsiglir siglandi brummara

Siglandi brummarafarið “Enforcer lll, sum svenska sjóverjan ger royndir við í hesum døgum, hevur tøkni, sum betrar siglingarfrøðina og møguleikarnar at arbeiða ómannað.

(Mynd 📸 Antares)


Svenska sjóverjan kann lutfalsliga skjótt hava ein flota við einari blanding av mannaðum og ómannaðum pallum. Ómannaði pallurin ger mannaða pallin virknari og minkar um vandan hjá eindum og starvsfólkum.

Ómannaða farið kann nýtast til torskildar kanningar. Tað er, tá báturin verður sendur á langar kanningarferðir. Hann gevur gagnligar upplýsingar umvegis radara og myndatól.

- Tað verða gjørdar váðametingar, hvørja ferð ein bátur verður sendur út, og í løtuni hava vit altíð manning umborð. Men vit síggja, at tað nú er gjørligt at senda ómannaðar bátar út í økir, har vandin er størri enn vanligt. Svenski flotin er í holt við at kanna, hvussu ómannaðir pallar kunnu hóska inn í verandi arbeiðir og uppgávur, sigur Jens-Oluf Lindh, ætlanarleiðari hjá Saab, sum hevur gjørt brummarnar.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Antares

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Opmerkingen


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page