TÍÐINDI | Staturin økja revsing fyri ólógliga troling
Danski fiskimálaráðharrin Rasmus Prehn ætlar at hækka bøturnar fyri ólógliga troling í donskum sjóøki.

(Mynd 📸 Antares.fo)
Tað hendir eftir at Fiskivinnustýrið í 2022 tók 24 hollendskar trolarar í at fiska ólógliga. Samstundis fer ráðharrin at styrkja møguleikarnar hjá fiskivinnueftirlitinum at leggja hald á ólógligan fiskireiðskap.
Tað skrivar danska Fiskimálaráðið í einum tíðindaskrivi.
- Heilt ærliga, so verði eg so kolandi illur, tá eg hoyri, at hollendskir bummtrolarar ferð aftaná ferð verða tiknir við buksunum niðri í skipaðari ætlan at bróta fiskaríreglurnar. Hóast eftirlitið er skerpað, mál eru meldað til løgverjuna og útlit til hægri bøtur, so halda hesi málini fram at koma fyri dagin, og tað vísir seg heilt greitt, at neyðugt er at gera nakað við hetta, sigur Rasmus Prehn.
- Míni boð eru greið: Bøturnar skul upp, og hald skal leggjast á ólógligan fiskireiðskap. Eg havi nú biðið ráðið kanna, hvusu langt upp vit kunnu fara við bótunum fyri ólógligan fiskiskap, og skerpa møguleikan við lóg at leggja hald á fiskireiðsskap.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments