TÍÐINDI | Skipari dømdur at sita í 20 mánaðir
Sambært útlendskum tíðindastovum viðurkendu bæði skipari og fyrsti stýrimaður sektarábyrgd, tá japanska farmaskipið, MV Wakashio, sigldi á eitt koralriv, og meira enn túsund tons av olju fór í havið.
(Mynd 📸 Wikipedia)
Skiparin á japanska farmaskipinum, MV Wakashio, sum sigldi undir panamaflaggi, er nú dømdur at sita í 20 mánaðir. Tað var í juli mánaði í 2020, at skipið sigldi á eitt koralriv við Mauritius, og fleiri enn túsund tons av olju fóru í havið.
Orsøkin til skipsbrotið var vánalig navigatión, og tískil endaði farmaskipið á einum koralrivi.
Sambært tíðindastovum, viðurkendu bæði skipari og fyrsti stýrimaður sektarábyrgd.
- Skiparin, Sunil Kumar Nandeshwar, skal áður hava viðgingið at hava drukkið umborð, tá manningin helt veitslu, sambært tíðindastovum sum hava fylgt málinum.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: in.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Комментарии