TÍÐINDI | Russisk skip framvegis stødd eystan fyri Skagen
Tvey russisk herskip við sløktum AIS-sendarum eru framvegis stødd í altjóða sjógvi eystan fyri Skagen. Danskir myndugleikar halda vakið eyga við teimum.

(Mynd: Soefart.dk)
Hósdagin sigldi danska vaktarskipið Thetis kring russisku herskipini, og flogvápnið var eisini á vengrunum.
Tað er einki óvanligt í, at russisk herskip eru stødd í altjóða sjógvi tætt við Danmark, tað er tíðin og støðan, sum er óvanlig.
Russisku herskipini dáma ikki, at tú kemur ov nær. Tað upplivdi ein útróðrarmaður annars hósdagin, tá útróðrarbáturin nærkaðist einum av herskipunum, eini russiskari korvet. Hann fekk eitt uppkall, har hann snøgt sagt varð biðin um at halda seg burtur.
Ein russiskur kavbátur sigldi framvið – eisini í donskum sjógvi, sum ein havgangandi sleipibátur Sergey Balk fylgdist við gjøgnum stórabelt og víðari út í Eystrasalt.
Eitt annað russiskt skip, Akademik B. Petrov, ið er kent sum njósnaraskip, er í løtuni statt norðan fyri Anholt, og siglir spakuliga suðureftir uttan at siga, hvagar tað fer.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments