TÍÐINDI | Paris MoU ger eftirlitsátak um STCW

(Mynd 📸 fma.fo)
Concentrated Inspection Campaign (CIC)
Í nýggjasta eftirlitsátakinum hjá IMO, sum er frá 1. september til 30. november 2022, verður dentur lagdur á STCW-sáttmálan. T.v.s. at skjølini hjá manningini eru í lagi. Hesi viðurskifti verða kannaði:
Samsvarar manningartalið við manningarskjalið frá flaggstatinum, og lúka skjølini hjá manningini øll STCW-krøv.
Er viðurkenningarprógv ella CRA útskrivað til tey av manningini, sum skulu hava hesi skjøl smb. STCW.
Hevur øll manningin galdandi heilsuprógv.
Samsvara vaktar- og hvílitíðartalvur við krøvini í STCW.
CIC-eftirlitið verður gjørt í sambandi við vanligt havnastatseftirlit. Eitt skip kann einans koma undir CIC-eftirlit um STCW eina ferð í hesum tíðarskeiði.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments