top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

GRØN ORKA | Ørsted og Esvagt, íløgur í skip, ið nýta grønari orku 🍃

Updated: Jun 21, 2022

Avtalan millum Ørsted og Esvagt er ein spegilsmynd av ynskinum at minka CO2-útlátið í skipaferðsluni, samstundis sum rakstrurin innan havvind minkar.

(Mynd📸 : Esvagt/ Søren Karas, Esvagt og Lars Høj Jørgensen, Ørsted)


Ørsted og Esvagt taka eitt týdningarmikið fet aftrat á leiðini at minka CO2-útlátið innan skipaferðslu og havvind.

Sum lið í nýggjum slóðbrótandi sáttmála hevur Ørsted, heimsins fremsta fyritøka innan havvind, og Esvagt, sum er fremst á marknaðinum innan tænastu til havvindídnaðin, avgjørt at gera íløgur í fyrsta tænastuskipið (SOV), sum kann sigla við grønari brennievni.

Tænastuskipið verður útgjørt við ravlaði og “duall fuel”-motorum, sum kunnu nýta varandi e-metanol, ið verður framleitt við havvindi og “biogenum” kolevni (kolevni, sum kann mátast) sum brennievni. Tað fer at minka CO2-útlátið við 4.500 tonsum.

Tað skrivar Esvagt í tíðindaskrivi.

Skipaferðslan hevur stóran tørv á grønum brennievnum, sum eru kostnaðarmiklari í dag enn vanligu brennievnini. Við at bíleggja nýggja tænastuskipið vísa Ørsted og Esvagt viljan at stuðla grønari skipaferðslu.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Antares

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comentarios


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page