TÍÐINDI | Oljutangarnir hjá Krafta komnir til Strendur
Tangarnir eru 17 metrar høgir, 14 metrar í tvørmát, taka 2500 rúmmetrar av olju, og viga umleið 57 tons hvør.

Á midnátt leygarkvøldið kom farmaskipið Akranes á Hulk á Strondum við tveimum stórum oljutangum.
Hetta eru goymslutangar hjá nýggja oljufelagnum Krafta, sum fer at hava sítt høvuðsvirksemið á Strondum.
Tangarnir eru 17 metrar høgir, 14 metrar í tvørmát, taka 2500 rúmmetrar av olju, og viga umleið 57 tons hvør.
Tá slíkir tangar skulu flytast til Føroyar, er umráðandi, at veðrið er til vildar. Tangarnir hava staðið í Hirshals eina tíð. Men av tí at veðrið ikki hevur verið til vildar, og økið har tangarnir skulu standa, ikki er heilt klárt. So bleiv bíða til røttu løtuna, at frakta tangarnar til Føroyar.
Articon hevur í eina tíð arbeitt við, at gera økið har tangarnir skulu standa klárt. Hetta arbeiði er ikki heilt liðugt. Men verður vantandi skjótt liðugt.
Um 2-3 vikur verða tangarnir fluttir á økið, har teir skulu standa.Øll verkætlanin er vantandi liðug seinri í vár.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvar Kommuna
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments