TÍÐINDI | Nýggjur fóðurflaki til Hiddenfjord
Hóskvøldið í síðstu viku kom nýggi flakin hjá Hiddenfjord til Sørvágs. Hann er gjørdur til at liggja ómannaður á útsettum aliøkjum.

(Mynd 📸 JT Electric)
Talan er um ein fóðurflaka, sum kann taka 700 tons av fóðuri, og hann hevur 6 fóðurlinjur. Flakin er gjørdur til at liggja ómannaður á meira útsettum aliøkjum.
Umframt at hava ein stóran fóður kapasitet, so er flakin fyltur við nýmótans tøkni, sum m.a. er framleidd hjá JT electric á Kambsdali.
Hetta er annar nýbygningur, sum JT electric byggir fyri Hiddenfjord.
Á myndini sæst Olavur Thomsen handa flakan til Jógvan Páll Ole- Jacobsen og Inga Jørleif Ole- Jacobsen.
(Myndir 📸 JT Electric)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: JT Electric
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments