top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

TÍÐINDI | Nýggj frágreiðing: Setið á stovn "Export Faroe Islands"

Skulu vit døma eftir uppmøtingini - ikki færri enn fýra umboð fyri landsstýrið við løgmanni á odda, vóru tilsteðar, tá nýggj vinnufrágreiðing varð løgd fram - so kann av røttum sigast, at tað er stórur politiskur umframt vinnuligur áhugi fyri vakstrarmøguleikum í maritimu veitaravinnunum.

(Mynd 📸 Jan Müller / ikki færri enn fýra landsstýrismenn vóru við til framløguna av nýggjari frágreiðing um framtíðar møguleikarnar í føroysku veitaravinnunum. Fv. Jenis av Rana, Báður á Steig Nielsen, Uni Rasmussen og Magnus Rasmussen.)


Fyrrapartin var sera áhugaverd framløga á Hotel Hafnia, har ein av bólkunum undir “Vakstrarforum” tiltakinum undir løgmanni legði fram frágreiðing um sítt arbeiði. Talan er um teir mongu møguleikarnar, sum liggja í eini framtíðar føroyskari veitaravinnu. Forkvinnan í bólkinum, Esther Dahl greiddi frá grundarlagnum fyri arbeiðinum og teimum ymsu niðurstøðunum.

(Mynd 📸 Jan Müller / Bárður á Steig Nielsen legði fyri og vísti á stóra týdningin sum veitaravinnurnar hava fyri Føroyar og gav síðani orðið til Esther Dahl, forkvinnu í arbeiðsbólkinum.


Ein teirra er at seta á stovn “Export Faroe Islands”, sum eitt nú skal: Fremja hugburð í mun til útflutning, fremja málrættað arbeiði við útflutningi, økja um møguleikan hjá fyritøkum at útflyta og skapa málrættað fokus á útflutning á føroysku sendistovunum.

Mynd 📸 Jan Müller / Løgmaður hittir tríggjar av leiðandi vinnulivsmonnunum í landinum, Mouritz Mohr frá Mest, Rúna M. Hansen frá Tjaldur og Bakkafrost og Jens Meinhard Rasmussen frá Skansi Offshore og Smyril Line.


Skotið verður upp at játta 5 mió. kr. til at seta á stovn nýggja føroyska útflutningsstovnin.

Í 10 tilmælum verður annars m.a sagt í frágreiðingini:

  • Trygggja at føroyska fiskivinnan er burðardygg, soleiðis at hon framhaldandi verður ein drívmegi fyri føroyska vinnu sum heild.

  • Tryggja at føroyska alivinnan er burðardygg og fær bestu treytir at arbeiða undir.

  • Styrkja og menna grundarlagið undir eini føroyskari shippingvinnu

  • Arbeiðast skal fyri, at Føroyar fáa dupultskattaavtalur við allar viðkomandi marknaðir.

  • Ein miðallong útbúgving innan logistik og shipping eigur at verða sett á stovn í Føroyum.

  • Miðallangar tøkniligar útbúgvingar eiga at verða mentar – serliga innan automatisering.

  • Stuðla undir at maritima avtakaravinnan eftirspyr grønar loysnir.

  • At leggja seg eftir at útbúgva føroyingar innan grøna tøkni og á henda hátt fremja grønar loysnir.

  • Kanna á hvørjum økjum innan nýggju vinnugreinina “avrigging” Føroyar eru serliga kappingarførar.

Í bólkinum, sum hevur arbeitt við vakstrarmøguleikum í maritimu veitaravinnunum eru: Esther Dahl, forkvinna, Suni Justinussen, Jens Meinhard Rasmussen, Gudny Langgaard, Mouritz Mohr og Bjarni Mortensen, skrivari.


Birta uppundir virðisøking

Tað var annars Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum fyri góðum ári síðani tók stig til at seta á stovn ein bólk við vinnulívsfólki, sum skuldi seta út í kortið framtíðar føroyskar vinnumøguleikar undir heitinum “VAKSTRARFORUM”. Hetta er eisini ásett í samgonguskjalinum hjá hesum landsstýrinum.

(Mynd 📸 Jan Müller)


Endamálið við Vakstrarforum er at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund. Vakstrarforum er tíðaravmarkað til hálvt annað ár – tað skal virka frá februar 2021 til juni 2022, tá ið ítøkilig uppskot um virðisøking skulu vera komin burturúr. Stovnan av vakstrarforum er ásett í samgonguskjalinum.

Í Vakstrarforum sita fólk við servitan úr ymiskum vinnugreinum, arbeiðsmarknaði, gransking, íverksetan, orku, burðardygd og øðrum.

Vakstrarforum hevur eftir ætlan fýra fundir í 2022. Virksemið er ikki avmarkað til høvuðsfundirnar. Vakstrarforum setir arbeiðsbólkar at arbeiða málrættað og ítøkiliga við útnevndum vakstrarøkjum. Hesir gera síðani eina greining av møguleikum, avbjóðingum og leggja fram uppskot um, hvussu vakstrarøkið kann mennast.

Løgmansskrivstovan og Umhvørvis- og vinnumálaráðið samskipa arbeiðið.

Higartil eru fýra frágreiðingar komnar burtur úr arbeiðnum. Hesar snúgva seg um havið, KT, vinnuferðavinnu og nú eisini veitaravinnu.


Limir í Vakstrarforum

  • Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

  • Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

  • Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

  • Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum

  • Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur og Bakkafrost

  • Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum

  • Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands

  • Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum

  • Bartal Dulavík, sølu- og marknaðarstjóri í Hordafor

  • Rúnar Reistrup, íverkseti og stjóri í YunoJuno

  • Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum

  • Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og umboð fyri arbeiðstakarar

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page