TÍÐINDI | Nýggj flutningsfyritøka sett á stovn
Roynd flutningsfólk hava funnið saman í nýtt virki, við tí endamáli at bjóða einfaldar og álítandi flutningsloysnir til vinnuna.
Helgi Justinussen er stjóri í Frakta, sum bjóðar flog- og sjófrakt - Flutningur er nakað, sum bara skal virka. Tað skal vera einfalt og tað skal vera fleksibult. Tað skal sjálvandi eisini vera kostnaðarrætt. Alt hetta vita tey hjá Frakta. Tilsamans hava tey yvir 25 ára royndir í flutningsvinnuni, og stjóri felagsins, Helgi Justinussen hevur áður myndað stóra flutningsdeild, verður sagt í tíðindaskrivi.
Frakta bjóðar flogfrakt, tá tað skal ganga skjótt og sjófrakt tá nøgdirnar eru stórar og flutningurin skal vera kostnaðarlættari.
Dentur verður lagdur á tætta samstarvið við kundarnar, umframt persónliga og álítandi tænastu. Frakta bjóðar seg at samskipa fraktina frá hurð til hurð fyri kundarnar, sum ikki skulu nýta sína dýrabæru tíð til at samskipa flutningin.
Virksemið er longu farið í gongd. Tíðliga í november verða fyrstu sendingarnar koyrdar út til kundar.
(Mynd BBC)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: bbc
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments