TÍÐINDI | Meira og meira vanligt við NATO skipum í Føroyum
Spenta hernaðarstøðan í Evropa sæst væl aftur í Føroyum.
Seinasta árið hava vit sæð kavbátar og stór herðnaðarskip um okkara leiðir. NATO hevur eisini haft nakrar venjingar í okkara sjóøki.
Í dag var ein av teimum døgum. Fleiri skip hava silgt ímillum oyggjarnar, og eitt av hesum var 139metra langa NATO hernaðarskipið F218.
Skipið, ið var bygt í 1996, er komið úr Tróndheim, og kom á Runavíkina sunnudagin seinnapart.
(Mynd 📸 BFI)
Týska hernaðarskipið liggur frammanfyri russiska Kapitan Nazin við bryggju í Runavík.
Sendingar, greinar og dokumentarar hava í seinastuni víst á møguligt russiskt njósnarvirksemi, og tí er tað áhugavert at síggja skipini bæði liggja so tætt við kaj.
Ikki minst áhugavert var tað, tá ið NATO hernaðarskipið F218 sildi inn á Skálafjørðin, tá ið ein russiskur trolari var á veg út.
Sí sjónband niðanfyri:
(Video 🎥 BFI)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: BFI
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Tíðindi
Fylg LinkedIn #'s:
Comments