MÆRSK | Saksøkir reiðarí fyri 300 milliónir krónur
Updated: Feb 20, 2023
Tað kann blíva ein dýrur umgangur fyri reiðaríið, sum eigur Evergreen, tá ið skipið elvdi til umfatandi seinkingar í handilsflotanum.
(Mynd 📸 Mærsk.dk)
Mærsk vil verða við, at reiðariíið hevði eitt stórt fíggjarligt tap, og tískil verður eitt endurgjaldskrav á 300 mió kr reist móti Evergreen.
Mærsk váttar, at reiðaríið hevur reist sak móti Evergreen, tess eigarum og tekniskaleiðararnum við Hav og handilsrættin í Keypmannahavn.
Gott og væl 400 skip vórðu strandað í og við Suezkanalina, tá ið Evergreen blokeraði fyri skipaferðsluni í Suezkanalini í mars mánaði í 2021.
Hetta elvdi til umfatandi kreppu á farmaflutningi, kring allan heimin. Evergreen stóð fast í 6 dagar. Umleið 12% av heimins góðsi verður flutt ígjøgnum Suezkanalina. Hetta svarar til 1,17 milliardir tons góðs.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Maritime Danmark og Søfart
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Tíðindi #Mærsk #Evergreen #Shipping #ShippingFøroyar #Handilsflotin
Fylg LinkedIn #'s:
Comments