TÍÐINDI | Kend Youtube-rás um mat vitjar í Føroyum 🎥 📺
Updated: Jan 13, 2023
Føroyar og føroyskur matur eru á breddanum hjá kendu Youtube-rásini, "Best Ever Food Review Show", ið hevur yvir níggju milliónir haldarar. Hyggjaratølini eru longu komin uppum milliónina.

Kenda Youtube-rásin "Best Ever Food Review Show" hevur verið í Føroyum og gjørt sendingar um føroyskan mat og matgerð.
Hetta er fyrstu ferð at Youtube-rásin er í Evropa og ger sendingar, og teir valdu altso Føroyar sum fyrsta ferðamálið.
Talan er um eina sera væl umtókta Youtube-rás, ið hevur yvir 9,53 milliónir subscribers, ella haldarar.
Góð lýsing av Føroyum
9,53 milliónir haldarar er nógv á Youtube, og tað sæst eisini aftur á hyggjaratølunum hjá fyrsta partinum um Føroyaferðina hjá Sonny, sum verturin á "Best Ever Food Review Show".

Bara tveir dag eftir, at fyrsti parturin av Føroyaferðini, ið eitur "European Lobster Trapping!! Seafood Gold in the Atlantic!!", varð lagdur upp á Youtube, so hava yvir 1 millión fólk hugt eftir honum.
Viðmerkingarnar, ið fyrsti parturin fær á Youtube, eru eisini sera jaligar.
Mindy's Mom skrivar:
"Amazing from start-to-finish! What an absolutely stunning location! Sonny and team, I love how you always begin with breakfast, then move throughout the day. Everything is absolutely perfect! I love the drone shots, I love the music, I love Sonny’s comedic side, I love the people of Faroe Islands, and I love the food! Great job! I cannot wait for the next video to drop! ❤"

Í hesum fyrsta partinum verður farið út at fiska hummarar, kavað eftir skeljadjórum og etið á matstovuni Roks í Havn.
Tosað verður eisini við Jens Ivan í Gerðinum frá Búnaðarstovuni um føroyska matmentan.
Einfalt hugskot
Hugskotið aftanfyri "Best Ever Food Review Show"-rásini er einfalt.

Verturin Sonny, ið er úr USA, men búsitandi í Vietnam, ferðast til fjarskotin lond fyri at kanna og ummæla sjáldsama matin og mentanina á staðnum.

Einki er ov sjáldsamt ella óvanligt hjá Sonny, heldur ikki ræst og turt kjøt, grind og fuglur, sum hann fer at royna í seinni pørtum av Føroyaferðini.

Og Sonny er heldur ikki bangin fyri at vísa, hvussu maturin verður fingin til høldar og hagreiddur.
Síggj fyrsta partin "European Lobster Trapping!! Seafood Gold in the Atlantic!!" her niðanfyri:
(Myndir 📸 KVF.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentarios