TÍÐINDI | Ísland vil ikki broyta áseting um føroyskan sildafiskiskap
Málið verður tikið fram aftur í heyst, sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

(Mynd 📸 KVF.fo / Vestmenningur er eitt av uppsjóvarskipunum. Føroysk skip sleppa ikki at fiska norðhavssild allastaðni í íslendskum sjógvi)
Ísland vil ikki broyta ásetingina, sum sigur, at føroysk skip ikki sleppa at fiska norðhavssild allastaðni í íslendskum sjógvi.
Árni Skaale, landsstýrismaður, sigur í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann, at avmarkingin var seinast umrødd á fundi við íslendska fiskimálaráðharran í november 2020.
Ísland játtaði at kanna møguleikarnar fyri at endurskoða serligu ásetingina, sum avmarkar, hvar føroysk skip kunnu fiska norðhavssild í íslendskum sjógvi.
Á sumri 2021 fekk Fiskimálaráðið frágreiðing frá íslendsku myndugleikunum.
Teir greiddu frá teimum kanningum, sum íslendska havstovan hevði gjørt av sýnum, sum vóru tikin frá fiskiskapinum eftir norðhavssild í íslendskum sjógvi.
Ikki grundarlag fyri broytingum
Niðurstøðan var, at Ísland ikki metti grundarlag vera fyri at gera broytingar, tí stór íblanding av summargýtandi sild er á leiðini, har føroysk skip ikki hava loyvi at fiska.
Og Føroyar hava ikki kvotu av summargýtandi sild.
Føroysk skip sleppa ikki at fiska norðhavssild í íslendskum sjógvi sunnan fyri 67 stig, ella hinumegin 50 fjórðinga markið, sum Bjarni Hammer tekur til.
Málið verður tikið fram aftur í heyst, sigur Árni Skaale.
Hann sigur eisini, at 70.000 tons eru eftir av føroysku sildakvotuni, sum er góð 116.000 tons í ár.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments