TÍÐINDI | Heimsins fyrsti hydrogen rikni bátur
Updated: Oct 13, 2022
Salmonor og Moen í Noregi hava undirskriva sáttmála at smíða heimsins fyrsta H2-ravmagns-arbeiðsbát. Tvíkiljan skal handast um heystið 2023, og hann skal rekast við grønum hydrogen.
(Mynd📸 Antares)
Moen-skipasmiðjan hevur staðið fyri ídnaðarsamstarvinum og hevur ment konseptið. Skipasmiðjan í Moen skal eisini smíða hydrogen-arbeiðsbátin á skipasmiðjuni á Kolvereid í Næroy.
Marin Design hevur sniðgivið og Moen Marin hevur ábyrgdina av framrakstrinum. NTE Energi og H2 Marine ger pilotskipanina, sum skal veita bátinum hydrogen, ið verður framleitt umborð.
Enova hevur stuðla hydrogenrroyndini við 28,75 milliónum norskum krónum gjøgnum Innovasjon Norge og norska granskingarráðið.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments